Løkke stuðlar álopi á Sýria

Løkke stuðlar álopi á Sýria
Danska stjórnin styðjar USA av fullum huga, um landið skjýtur rakettir ímóti stýrinum hjá Assad í Sýria. Men Danmark skal ikki hava virknan leiklut
 
12.04.2018 - 15:53

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, forstætisráðharri, við danska kringvarpið.

- Eg eri nøgdur við tætta samstarvið, sum er millum Frakland, Bretland og USA um, hvat skal gerast. Tað er eftir øllum at døma ikki bara Trump, og eg eri hampiliga tryggur við, at kemur eitt átak, so verður tað gjøgnumhugsað og ikki bara sum eitt impulsivt aftursvar. Og Danmark stuðlar heilt víst hesum trimum NATO-londunum, sigur danski forsætisráðharrin.  

Samstundis rósar Lars Løkke Rasmussen Donald Trump og finst at undanmanni hansara, Barack Obama.

- At brúka kemisk vápn móti sínum egna fólki er ikki fyri mark. Og tað var tað heldur ikki, tá Sýria brúkti evnafrøðilig vápn fyrstu ferð. Men tá gjørdi Obama, forseti einki. Seinast, tá aftur varð farið um hetta markið, lá Trump ikki á boðunum, og tá rósti eg honum. Tað haldi eg, at grund er til at gera, sigur forsætisráðharrin, sum samstundis sigur, at Danmark ikki skal vera við í hernaðarligum átøkum.

- Men vit standa røttu megin í hesum stríðnum. Tað gera vit í stríðnum móti Islamskum Stati, har vit eru sera virkin, og tað gera vit eisini í stríðnum móti Assad og stýri hansara, sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðhari, við DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221