Minka um útlátið hjá skipum

Minka um útlátið hjá skipum
Tey 173 londini í IMO, sum er sjóvinnufelagsskapurin hjá ST, hava gjørt avtalu um at minka um CO2-útáltið hjá skipum við 50 % í 2050
 
17.04.2018 - 08:30

Drúgvar samráðingar hava verið um málið, men nú er semja gjørd um at minka um útlátið. 

Skip dálka illa og standa fyri 3% av samlaða CO2-útálinum. Tað er tað sama sum alt CO2-útlátið hjá Týsklandi.

Yvirskipað snýr avtalan seg um, at sjóvinnan hevur bundið seg til at minka um útlátið niður í onki skjótast til ber í hesi øldini. 

Stutttíðarmálini snúgva seg um at útgera verandi og nýggj skip at brúka orkuna betur. Og eisini skal vinnan minka um útlátið við 40 % fyri tonsið av farmi í 2030 í mun til í 2008. 

Og langtíðarmálið er at minka um CO2-útlátið hjá skipum við eini helvt í 2050.

Maria Skipper Schwenn, sum er stjóri fyri trygd, umhvørvi og gransking í sjóvinnu hjá Danska reiðarafelagnum, og sum hevur verið ráðgevi hjá Danska Sjóvinnustýrinum í samráðingunum, sigur við DR, at ein altjóða avtala um at minka um útlátið er heilt avgerðandi fyri, at reiðaríini kunnu tillaga seg til ein grønari rakstur. 

Tað er sera týdningarmikið, at ein avtala verður gjørd, sum kann slóða fyri neyðugu granskingini og menningini, sum skal til, fyri at vit kunnu minka um CO2-útlátið, sigur hon við DR.

Men sjóvinnan hevur eisini verið við til samráðingarnar í London, og tað hevur havt við sær, at semjan ikki er so framsøkin, sum hon kundi verið.

Tað heldur millum annað Jens Mattias Clausen, sum er veðurlagsráðgevi hjá Greenpeace.

Millum annað hava londini avtalað, at eitt mál við ítøkiligum átøkum ikki skal samtykkjast fyrr enn í 2023. 

Og eisini Brian Mikkelsen, danskur vinnumálaráðharri, ásannar, at avtalan kundi verið betri: 

- Danmark vildi fegið, at málini um útlát í avtaluni vóru størri. Men við avtaluni senda vit eini greið boð um, at skipavinnan vil verða við til at minka um CO2-útlátið og betra um altjóða veðurlagsavbjóðingina", sigur Brian Mikkelsen við DR.

Tað eru millum annað lond sum Saudi Arabia, USA og Brasil, sum saman við nøkrum øðrum u-londum, hava virkað móti einari meira framsóknari avtalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982