Hjálpa festivalgestum at sleppa av við stubbar og snús

Hjálpa festivalgestum at sleppa av við stubbar og snús
Mett verður, at fólk fara at blaka upp ímóti 30.000 - 40.000 sigarettstubbar og snúsposar frá sær á G!festivalinum í ár
IRF og G! skipa fyri felags átaki, so festivalgestir sleppa av við stubbar og snúsposar.
 
14.07.2026 - 10:33

Stubbar og snúsposar, sum liggja og rekast, eru til ampa fyri djór og børn, og skaða umhvørvið.

Við tí í huga fara IRF og G!festivalurin saman undir átak, sum hjálpa gestunum at sleppa sær av við stubbar og snús á rættan hátt, og ikki bara tveita frá sær.

Mett verður, at fólk fara at blaka upp ímóti 30.000 - 40.000 sigarettstubbar og snúsposar frá sær, teir tríggjar dagarnar á G!, skrivar IRF.

 

 

Sóljur vegleiða

Á festivaløkinum verða stubbarør sett upp, og gestirnir kunnu fáa ókeypis stubbalummar at goyma stubbar og snús í, og stubbalummarnir kunnu so latast inn á rætta stað, skrivar IRF.

Á festivaløkinum fara fólk - nevnd sóljur - at vegleiða og býta út stubbalummar.

Ein stubbi ella snúsposi í stubbarørinum munar kanska ikki nógv í sjálvum sær, men tá hundraðtals festivalgestir gera tað sama, sæst munurin, sigur IRF.

 - Vit vilja heldur rætta gestunum eina hjálpandi hond, enn at hava fremstafingur á lofti. Smáar gerðir gera stóran mun, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203