Samráðast um viðurskifti eftir Brexit

Samráðast um viðurskifti eftir Brexit
Bretski ráðharrin í fiskivinnumálum er komin til Føroyar at hava fund við Høgna Hoydal og Poul Michelsen um samband Føroya við Bretland eftir Brexit
Høgni Hoydal og George Eustice
Mynd: Fiskimálaráðið  
 
18.04.2018 - 11:31

Bretski ráðharrin í fiskivinnumálum er nú komin til Føroyar at hava fund við Høgna Hoydal og Poul Michelsen, landsstýrismenn um samband Føroya við Bretland eftir Brexit.

George Eustice skal fyrst hitta fleiri vinnulívsfólk í fiskivinnuni í dag, áðrenn tingingarnar verða í Tinganesi fyrrapartin í morgin.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum skal fáa eina avtalu í lag um handilssamband Føroya við Bretland í nýggju støðuni, sum verður, tá Bretland ikki longur er partur av handilsavtaluni, sum vit nú hava við ES. 

Hvussu langt partarnir koma nú, er óvist, men arbeiðsvitjanin hjá bretska ráðharranum er liður í at koma nærri einum nýggjum handilssáttmála.

Bretland liggur á fimtaplássi yvir lond, sum Føroyar hava samhandil við, og útflutningurin til Bretlands var í fjør 770 milliónir. Tað er ein nýggjan karm um hendan handilin, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður í morgin skal tingast við George Eustice um.

Og so skal Høgni Hoydal, landsstýrismaður tingast við bretska ráðharran um, hvussu fiskiskapurin millum Føroyar og Bretland skal skipast, nú Bretland eftir Brexit verður strandaland og ikki longur verður fevnt av fiskiveiðuavtalunum, sum Føroyar hava við ES. 

Landsstýrið hevur síðani fólkaatkvøðuna í Bretlandi um at fara úr ES roynt at fyrireika seg til nýggju støðuna og setti ein bólk, ið m.a. skuldi fylgja gongdini og virka fyri føroyskum áhugamálum í sambandi við Brexit.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið leiðir arbeiðið, og umboð úr Fiskimálaráðnum, Løgmansskrivstovuni, Fíggjarmálaráðum og sendifólkini í London og Brússel eru partur av Brexit-bólkinum. 

Afturat arbeiðinum hjá Brexit-bólkinum og sendistovunum viðger Fiskimálaráðið eisini tær broyttu umstøðurnar, sum Brexit fer at hava við sær fyri fiskiveiðisamstarvið í Norðuratlantshavi.

Eftir fundirnar við bretska ráðharran í fiskivinnumálum í morgin, verður tíðindafundur í Tinganesi sambært almennu skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233