Skuldsettur fyri dráp og drápsroyndir

Skuldsettur fyri dráp og drápsroyndir
Tann 25 ára gamli maðurin, sum mánadagin koyrdi við vøruvogni á fleiri fólk, er skuldsettur fyri 10 drápstilburðir og 13 drápsroyndir
 
25.04.2018 - 09:48

Maðurin, sum er undir illgruna at tilvitað hava rent á og dripið 10 fólk á einum gonguteigi í Toronto mánadagin, er skuldsettur fyri 10 drápstilburðir og 13 drápsroyndir.

Hetta veit tíðindastovan Ritzau at siga.

Tann 25 ára gamli maðurin royndi at flýggja, beint eftir at hann seinnapartin mánadagin í einum vøruvogni koyrdi á fleiri fólk á einum gonguteigi í norðrara parti av Toronto í Kanada.

Løgreglan fekk tó fatur á manninum bert sjey minuttir eftir at ringt varð til alarmsentralin.

Í gjár møtti skuldsetti maðurin í rættinum í Toronto í reyðari fangadrakt við einum sakførara.

Løgregluovastin í Toronto, Mark Saunders, segði á tíðindafundi eftir hendingina mánadagin, at hendingin við vøruvogninum ivaleyst var tilvitað.

Løgreglan kendi ikki tann 25 ára gamla mannin frammanundan. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107