Aleqa sleppur í Inatsisartut

Aleqa sleppur í Inatsisartut
Hóast fáar persónligar atkvøður sleppur Aleqa Hammond í grønlendska landstingið.
 
12.05.2018 - 12:46

Fyrrverandi landsstýriskvinnan og núverandi fólkatingslimurin, Aleqa Hammond, fer at sita í grønlendska landstingunum, Inatsisartut.

Tað skrivar grønlendska kringvarpið á heimasíðu síni.

Á valinum, sum var í apríl mánaði, fekk Aleqa Hammond bara 171 persónligar atkvøður, og tað var ikki nóg mikið til at sleppa inn í tingið í fyrstu atløgu.

Men í gjárkvøldið varð greitt, at Vittus Qujaukitsoq ætlar sær í farloyvi, sum er vanligt at gera, um mann blívur ráðharri.

Hann fekk 698 persónligar atkvøður og er formaður í flokkinum Nunatta Qitornai, meðan Aleqa Hammond er nummar tvey á listanum fyri sama flokk.

Síðani summarið 2015 hevur Aleqa Hammond sitið á Fólkatingi, men bleiv koyrd frá, eftir at tað kom fram, at hon hevði misbrúkt eitt gjaldskort frá Fólkatinginum. Síðani hevur hon verið uttanflokkatingkvinna, inn til hon herfyri kom í flokkin Nunatta Qitornai.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400