Stórur meiriluti fyri at broyta fosturtøkulógina

Stórur meiriluti fyri at broyta fosturtøkulógina
Veljarakanningar uttan fyri valhølini í Írlandi vísa, at írar vilja sleppa av við strongu fosturtøkulógina.
 
26.05.2018 - 09:34

Í Írlandi verður væntandi stórur meiriluti fyri at gera fosturtøkulóggávuna linari, tá úrslitið av fólkaatkvøðuni í gjár verður talt upp í dag.

Tað eru veljarakanningar, gjørdar uttan fyri valhølini, ið benda á, at meirilutin av veljarunum vil sleppa av við strongu fosturtøkulóggávuna, Írland hevur havt. Forboð hevur verið ímóti fosturtøku. Bert tá tað stendur um lív hjá mammuni, er fosturtøka loyvd.

Tað hevur havt við sær, at hvørt ár eru írskar kvinnur í túsundatali farnar til Bretlands at fáa fosturtøku.

Veljarakanningarnar uttan fyri valhølini vísa, at sløk 70 prosent eru fyri at broyta fosturtøkulógina, og góð 30 prosent eru ímóti. Farið var at telja atkvøðurnar fyri einum tíma síðani, og úrslitið er væntandi seint seinnapartin ella í kvøld, skrivar BBC.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025