Hans Fróði á Toftanesi fekk 3 ár og 9 mánaðir

Hans Fróði á Toftanesi fekk 3 ár og 9 mánaðir
Hans Fróði á Toftanesi, áður nevndur Hansen, er dømdur 3 ár og 9 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri kynslig brotsverk. Hann kærir dómin
Hans Fróði á Toftanesi kærir dómin til landsrættin
 
28.05.2018 - 13:01

Hans Fróði á Toftanesi, áður nevndur Hansen, varð í dag dømdur trý ár og níggju mánaðar fongsulsrevsing í rættinum í Lyngby m.a. fyri kynslig brotsverk móti einum smádrongi.

Harvið fekk hann sama dóm sum mamma drongin. Hon fekk fyri kortum eisini trý ár og níggju mánaðar fongsulsrevsing fyri kynslig brotsverk.

Dagføring klokkan 15.45:

Helt ikki tað var veruleiki

Sambært danska dagblaðnum, Ekstra Bladet, fekk føroyingurin møguleika fyri at siga eina síðstu viðmerking, áðrenn dómur varð givin. 

Hans Fróði á Toftanesi segði seg vera harman um støðuna, men hann segði eisini, at hann kundi ikki játta seg sekan í onkrum, sum hann ikki hevði gjørt. 

- Um eg líti aftur: Eri eg ein býttlingur? Avgjørt. Havi eg gjørt nakað skeivt? Ja. Var tað við vilja? Ongantíð, segði Hans Fróði á Toftanesi. 

Hans Fróði á Toftanesi vardi seg við, at hann helt talan var um fantasi og ikki veruleika. Ákærin í málinum kravdi, at føroyingurin skuldi fáa harðari revsing enn mamman, tí Hans Fróði á Toftanesi skipaði fyri øllum misbrúkinum.

Ákærin legði samstundis dent á, at framsøgnin hjá dømda føroyinginum var óálítandi, tí hann ofta bað um myndaprógv fyri misbrúkini, sum hann bað kvinnuna gera. 

Krevur frídøming

Hans Fróði á Toftanesi fekk tó somu revsing sum kvinnan í málinum, og umframt fongsulsrevsingina skal Hans Fróði á Toftanesi gjalda sakarmálskostnaðin, og hann skal rinda misbrúkta dronginum 100.000 krónur í endurgjaldi.

Dómurin er treytaleysur.

Hans Fróði á Toftanesi kærdi alt fyri eitt dómin til Eystara Landsrætt við kravi um frídøming. Hann skal framhaldandi sita í varðhaldi, til kærumálið kemur fyri.

Á filmsbrotinum niðanfyri sæst, tá dómur varð sagdur í málinum fyrr í dag. 

Domur_PedofiliasfwewEG
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558