Útlátið skal minka men ikki er greitt enn hvussu

Útlátið skal minka men ikki er greitt enn hvussu
IMO hevur avgjørt, at útlátið skal helvtina niður fyri 2050. Fyri Føroyar er spuningurin um fiskiflotan
Útlátið skal minka, men enn er ikki greitt, hvussu tað verður gjørt.
 
12.06.2018 - 07:46

Enn er ikki greitt, um krøvini hjá IMO um útlát verða onnur til fiskiskip enn til farmaskip. 

Men helst eru stóru fiskiskipini við í krøvunum, sum verða sett farmaskipum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Kristionnu W. Poulsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um IMO avtaluna. 

IMO, altjóða stovnurin, sum skipar sjóvinnu, hevur skyldu til at minka útlátið av veðurlagsgassum.

Málið er at minka útlátið frá skipum 50 prosent til 2050, samanborið við útlátið, sum tað var í 2008. 

Í 2023 skal vera raðfest, hvørji tiltøk skulu gerast, og ein starvsætlan skal vera gjørd tá.

Enn er ov tíðliga at siga, hvussu tiltøkini fara at ávirka føroyska flotan.

Kristianna W. Poulsen spurdi millum annað, um munur er á fiskiskipum og farmaskipum í IMO avtaluni, sum varð gjørd í apríl í ár. 

Krøvini ikki sett enn 

Tað veit landsstýrið ikki enn, svarar Sirið Stenberg, men helst verður eingin munur á størru fiskiskipunum og farmaskipum. 

Landsstýriskvinnan svarar, at hon veit ikki enn, hvørji krøvini verða.

Men tað verða ivaleyst krøv um, hvussu skip skulu byggjast, krøv til motorar og til brennievni. 

Tað er tó greitt, at krøvini í fyrstu atløgu bara verða sett nýggjum skipum. 

Sirið Stenberg sigur, at skulu føroysk skip sigla í altjóða sigling, eru tey noydd at halda krøvini hjá IMO. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. januar
Mono - Hjalte Bachmann - 070126
202354
Mikudag 7. januar
Skratsj 7. januar 2026
202348
Mikudag 7. januar
Soleiðis fært tú góðar vanar
202338
Mikudag 7. januar
Morgunlestur mikudagur 7.januar 2025
202089
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
202302
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314
Týsdag 6. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202303
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274