Landið seldi sild fyri næstan tíggju milliónir

Landið seldi sild fyri næstan tíggju milliónir
Tvær afturlatnar uppboðssølur verða í juni, onnur í morgin, hin í næstu viku
Hvalnes, sum eigur Norðborg, keypti flestu rættindini at fiska norðhavssild.
 
19.06.2018 - 07:27

Hvalnes í Klaksvík, sum eigur Norðborg, keypti rættin at fiska 3.350 tons av norðhavssild á uppboðssølu í gjár.

Sildin kostaði 1,96 kr. fyri kilo, so Hvalnes keypti fyri góðar 6,5 mió. kr.

Trý onnur feløg keyptu nógv smærri nøgdir.

Næraberg keypti rættin at fiska 700 tons fyri 1,91 kr./kilo, Jókin keypti 550 tons fyri 2,07 kr./kilo, og Framherji keypti 400 tons fyri 1,89 kr./kilo.

Rættindini at fiska tey 5.000 tonsini av norðhavssild vórðu seld fyri 9,8 mió. kr.

Seks buðu upp á rættindini, men fýra keyptu. Talan er um ársrættindi.

Tvær eftir í juni

Tvær uppboðssølur eru eftir í juni.

Í morgin verða seld rættindini at fiska 7.490 tons av norðhavssild á afturlatnari uppboðssølu og 27. juni verða seld rættindini at fiska 10.901 tons av makreli á afturlatnari uppboðssølu.

Í báðum førum er talan um rættindi í eitt ár, trý ár og átta ár. 

Vørn hevur afturlatnu uppboðssølurnar.

Fiskamarknaðurin hevur tær opnu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952