Bussvanlukka í India kravt 48 mannalív

Bussvanlukka í India kravt 48 mannalív
Tilsamans 60 fólk vóru í bussinum, sum hevði 28 sitipláss
 
01.07.2018 - 15:52

Í minsta lagi 48 fólk hava í dag latið lív í norðara parti av India, tá ein bussur við alt ov nógvum fólkum í koyrdi út av eggini uppi á einum fjalli og endaði niðri í eini gjógv.

Hetta upplýsa indisku myndugleikarnir í dag sambært tíðindastovuni AP. 

Trivendra Rawat, ráðharri í Uttarakhand, upplýsir, at bussurin datt niður í eina gjógv, sum er umleið 213 metrar djúp, og liggur við endan av Himmalaya fjallarøðini.

Umframt tey 48 fólkini, ið hava latið lív, hava fleiri fingið skaða og er koyrd á sjúkrahús.

- Fólk stóðu pakkað sum sild í tunnu, sigur Jagat Ram Joshi, sum er løgreglumaður. Sambært honum er støðan hjá í minsta lagi sjey fólkum álvarsom.

Orsakað av veðrinum bleiv bjargingararbeiðið seinkað.

Tilsamans 60 fólk vóru í bussinum, sum hevði 28 sitipláss, sigur løgreglan.

Enn er ikki greitt, hví vanlukkan hendi, men sambært løgregluni kann vánaliga veðrið hava verið við til, at bussurin fór á glið.

- Tað hevur regnað síðani í morgun. Fyri tveimum døgum síðani var omanlop í økinum, sigur løgregluleiðarin Sanjay Gunjiyal.

India er tað landið í heiminum við teimum vandamiklastu vegunum. Hvørt ár doyggja fleiri enn 10.000 fólk á vegunum í India. Ein stórur partur av vanlukkunum henda orsakað av skilaleysari koyring, vánaligum vegum og gomlum akførum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979