Trump og Zelenskyj hava havt fund um friðaravtalu fyri Ukraina

Trump og Zelenskyj hava havt fund um friðaravtalu fyri Ukraina
Sendimaðurin hjá amerikanska forsetanum er farin til Moskva at hitta Vladimir Putin, forseta
Zelenskyj og Trump eru báðir á toppfundi í Sveis í hesum døgum, og í dag nýttu teir høvdi at tosa um friðarætlanina fyri Ukraina.
Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix  
 
22.01.2026 - 14:59

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og ukrainski starvsbróðirin, Volodymyr Zelenskyj, hava seinnapartin sitið á fundi í Davos, har amerikanska uppskotið til friðaravtalu fyri Ukraina var á borðinum.

Trump boðaði fyrr í vikuni frá, at hann fór at hitta ukrainska forsetan í gjár, meðan hann er í Davos í sambandi við World Economic Forum, men Zelenskyj var staddur í Kyiv, og fundurin varð útsettur til í dag.

Síðst í november legði Trump-stjórnin fram uppskot um friðarætlan millum Ukraina og Russland, sum elvdi til stóra ørkymlan bæði í Kyiv og millum sameind hjá Ukraina í Evropa.

Sambært uppskotinum skal Ukraina millum annað lata umleið 20 prosent av sínum landiøki til Russland og binda seg til ongantíð at søkja um limaskap í NATO.

 

Broytingar gjørdar

Í samráðingum síðani eru fleiri broytingar gjørdar í uppskotinum, og USA og NATO hava millum annað veitt vissu fyri framtíðar trygd fyri Ukraina.

Zelenskyj segði nýggjársaftan, at 90 prosent av friðarætlanini eru klár, men legði dent á, at týðandi mál framvegis eru eftir.

- Eg haldi, at tað nærkast, segði Trump undan fundinum í dag.

Kortini er ógreitt, um Russland hevur somu sjónarmið og fer at taka undir við amerikanska uppskotinum, sum tað er.

Samstundis sum Trump sat á fundi við Zelenskyj í Davos í dag, fóru serligi sendimaðurin hjá amerikanska forsetanum, Steve Witkoff, og versonurin, Jared Kushner, til Moskva at umrøða ætlanina við Vladimir Putin, forseta.

 

Trump letur væl at

Eftir fundin segði amerikanski forsetin við fjølmiðlar, at fundurin gekk væl.

- Tað var ein góður fundur, sigur Donald Trump og leggur aftrat: - Øll vilja hava enda á krígnum.

Tá forsetin varð spurdur, um ein friðaravtala kann gerast í dag, smeyg forsetin sær undan at svara beinleiðis.

- Vit fara á fund við Russland, og tað verður í morgin, tá vit skulu á hiita Putin, forseta, segði Trump.

Tí er framvegis ógreitt, um ítøkilig framstig vóru á fundinum í sambandi við friðarsamráðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373