Danskir hermenn vóru til reiðar at svara USA aftur við vápnum

Danskir hermenn vóru til reiðar at svara USA aftur við vápnum
Danska kringvarpið skilir, at breið politisk undirtøka var fyri at svara aftur, um USA leyp á Grønland
Atlantsflog flutti danskar hermenn til Grønlands. Nú er komið undan kavi, at hermenninir skuldu svara aftur, um USA leyp á Grønland við hermegi.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
23.01.2026 - 10:28

Danskir hermenn vóru til reiðar at brúka vápn, um USA gjørdi álvara av at taka Grønland við hermegi.

Tað skrivar danska kringvarpið í morgun í einari grein á heimasíðuni, sum byggir á innlit í boðini, sum donsku hermenninir fingu, tá teir vórðu sendir til Grønlands í síðstu viku.

Boðini komu av ovastu rók, og í teimum stendur, at danska verjan so skjótt sum tilbar skuldi styrkja møguleikan at seta verjuætlanina av Grønlandi í gongd, skrivar DR.

Danska kringvarpið skilir, at breið politisk undirtøka, ikki bara í stjórnini, men eisini í andstøðuni, var fyri at svara aftur, um USA leyp á.

 

Fleiri herfólk og útgerð til Grønlands

Boðini frá herleiðsluni lýstu eina hernaðarliga atsókn í fleiri pørtum, og at møguleiki seinni var at senda enn fleiri herfólk og útgerð til Grønlands. Og meira ítøkiliga var ætlanin, at danska verjan, við at vera meira sjónlig, skuldi styrkja virksemið í Grønlandi, fyri at vísa vilja og førleika at verja suverenitetin og territoriala integritetin hjá ríkisfelagsskapinum, skrivar DR.

Sten Rynning er professari á Syddansk Universitet og serfrøðingur í NATO:

- Hetta var ikki ein symbolsk venjing, har førleikin at flúgva langt verður vandur. Eg hevði ongantíð í lívinum roknað við, at tað skuldi koma so langt, at donsk herfólk vóru send til venjingar við løddum vápnum, tí mann hevði fyri neyðini at gletta á tonn ímóti USA, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945