Stúra fyri at russisk fiskiskip njósnast í norskum sjógvi

Stúra fyri at russisk fiskiskip njósnast í norskum sjógvi
115 russisk hava fingið loyvi at fiska i norskum sjógvi í ár.
29 umsóknir um loyvi at fiska í norskum sjógvi eru vrakaðar. 22 teirra vóru frá Norebo ella feløgum, sum Norebo eigur, og sjey frá Murman Seafood. (Savnsmynd)
 
23.01.2026 - 08:04

Fregnartænastan hjá norska politinum stúrir fyri, at russisk fiskiskip verða brúkt til njósning í norskum sjógvi.

144 russisk skip søktu um loyvi at fiska í norskum sjógvi í ár.

115 teirra hava fingið loyvi, skrivar Fiskeribladet. 29 umsóknir um loyvi eru vrakaðar.

22 teirra vóru frá Norebo ella feløgum, sum Norebo eigur, og sjey frá Murman Seafood.

Norebo hevur stevnt Noregi.

Lisa Erdal, leiðari hjá fregnartænastuni hjá norska politinum, sigur, at tey stúra fyri, at russisku fiskiskipini ikki bara fiska, men eisini njósna.

 

Herða loðsreglurnar

Reglurnar um loðs vera nú herdar í Noregi.

Skip, sum eru yvir 70 metrar long, hava loðsskyldu. Fiskiskip eru sum oftast styttri enn 70 metrar.

Síðani 2022 sleppa russisk skip bara í tríggjar havnir í Noregi.

Tær eru Kirkenes, Båtsfjord og Tromsø.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373