Breddin: Nýggjur flokkur í Bretlandi leggur seg út í valdsstríðið

Breddin: Nýggjur flokkur í Bretlandi leggur seg út í valdsstríðið
Reform UK, sum er uttarlaga á høgraveinginum, hevur ligið á odda í veljarakanningunum síðani apríl í fjør
Nigel Farage er leiðari í nýggja flokkinum Reform UK.
 
23.01.2026 - 09:27

Í bretskum politikki hevur stríðið um valdið søguliga staðið millum tveir flokkar. 

Labour og Conservatives. Ein sosialdemokratiskur flokkur og ein konservativur.

Men nú er ein annar flokkur av álvara farin upp í stríðið um at stjórna Bretlandi. 

Reform UK er ein rættiliga nýggjur flokkur, sum uttarlaga á høgravonginum, og hann hevur ligið á odda í veljarakanningum síðani apríl í fjør.

Hvør er hesin flokkurin, hvat eyðkennir politikkin hjá honum, og hví stendur hann seg so væl í veljarakanningum?

Og er tað sannlíkt, at flokkurin kann vinna eitt parlamentsval - eisini hóast valskipanin í Bretlandi at kalla er gjørd at halda flokkum, sum eru ytst á høgra- og vinstraveingi, úti?

Breddin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037