- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretland vil samstarva tætt við ES

Bretland ætlar framvegis at hava annað beini í samveldinum.
Bretska stjórnin er samd um, hvussu farast skal fram, tá Bretland fer úr ES.
Og Bretland leggur upp til, at ES og Bretland hava eitt fríhandilsøki við felags reglum fyri allar vørur.
Bretland vil eisini, at fólk kunnu framvegis fara frítt millum londini.
Ein 'mobilitetsavtala' skal syrgja fyri, at fólk kunnu framvegis ferðast frítt millum Bretland og ES.
Tað skal eisini galda fyri tey lesandi og tey sum arbeiða.
Somuleiðis skulu ES og Bretland hava eitt felags tolløki, og Bretland vil sleppa at gera handilsavtalur við onnur lond.
Bretland vil ikki, at ES-dómstólar skulu hava vald í Bretland. Tað vil siga, at tað skal ikki vera dómstólurin í Luksemburg, sum eigur avgerðarrættin, tá ósemjur verða millum ES og Bretland.
ES og Bretland skulu tískil finna útav, hvør eigur seinasta orðið.
Samráðingarnar byrja 16. juli.
Lógartingið í Bretlandi skal samtykkja ætlanina, áðrenn forsætisráðharrin Theresa May fær heimild at samráðast við ES.
Bretland ætlar sær úr ES tann 29. mars næsta ár.



























