Fótbóltsdreingirnir bjargaðir

Fótbóltsdreingirnir bjargaðir
Teir 12 fótbóltsdreingirnir og venjari teirra eru nú bjargaðir úr Tham Luang-hellinum, har teir síðani 23. juni hava sitið avbyrgdir.
 
10.07.2018 - 14:25

Teir 12 fótbóltsdreingirnir og venjari teirra eru nú bjargaðir úr Tham Luang-hellinum, har teir síðani 23. juni hava sitið avbyrgdir. 

Tað váttar teilendska serdeidin Thai navy Seals.

Nú eru bert ein serlækni og fýra kavarar eftir í hellinum, hesi hava skipað bjargingararbeiðið.

25 ára gamli venjarin og dreingirnir eru fluttir á sjúkrahús í Chiang Rai.

Har verða teir undir læknahond næstu dagarnar, tí teir kunnu hava fingið bruna ella aðra smittandi sjúku í hellinum. 

Úrslitini frá læknakanningunum verða helst klár í morgin ella ovurmorgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112