Kunnu nú skifta kyn uttan læknaváttan í Portugal

Kunnu nú skifta kyn uttan læknaváttan í Portugal
Borgarar í Portugal kunnu frameftir broyta kyn og navn sítt, tá tey eru 16 ára gomul ella eldri, uttan at hava læknaváttan, ið vísir "samleika-órógv
 
13.07.2018 - 11:08

Portugisiska parlamentið samtykti í gjár eina lóg, sum loyvir borgarum at broyta sítt kyn og navn, tá tey eru 16 ára gomul ella eldri, uttan at hava læknaváttan, sum vísir "samleika-órógv".

Portugal verður sostatt sætta landið í Evropa, sum gevur borgarum rætt til at avgerða sín samleika uttan fyrst at hava fingið diagnosuna "samleikaórógv". 

Hini londin í Evropa eru Danmark, Noreg, Svøríki, Malta og Írland.

- Eingin hevur brúk fyri, at ein triðji partur skal siga, um tú ert maður ella kvinna, drongur ella genta, segði portugisiski politikarin, Sandra Cunha frá vinstravonginum, undir orðaskiftinum í parlamentinum í gjár. 

At broyta navn og kyn hevur tó einki samband við at møguleikan at fáa kynsskiftisskurðviðgerð.

Síðani 2011 hevur ein lóg kravt, at transkyndir persónar í Portugal skulu hava medisinska diagnosu, áðrenn tey kunnu skifta kyn og navn, tá kynið ikki svarar við tað lívfrøðiliga.

Portugisiski forsetin, Marcelo Rebelo de Sousa, skal tó fyrst skriva undir lógina, áðrenn hon kemur í gildi.

Í apríl nýtti forsetin veto-rætt sín móti fyrsta lógatekstinum. Tað gjørdi hann, tí hann vil hava, at tað framvegis skal verða læknaváttan í málum, har persónurin er millum 16 og 18 ára gamal, skrivar AFP.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375