Kann enda við kríggi

Kann enda við kríggi
Vandi er fyri kríggi millum Ísrael og palestinar í Gaza-geiranum, eftir at báðir partar hava skotið rakettir eftir hvør øðrum.
 
16.07.2018 - 09:28

Miðeystur-tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum, Michael S. Lund, sigur, at spenta støðan kann enda við kríggi eins og í 2014, tá 2.000 fólk doyðu.

Serligi ST-sendimaðurin í Miðeystri, Nickolay Mladenov, hevur heitt á partarnar um at binda frið.

- Í gjár mundi kríggj brostið á, segði hann.

Michael S. Lund sigur, at palestinarar, teirra millum limir í Hamas, hava roynt at sleppa gjøgnum stikið millum Ísrael og Gaza. 

Og samstundis hava Hamas og aðrir bólkar skotið rakettir inn í Ísrael.

Stríðandi partarnir samráðast ikki beinleiðis við hvør annan, men gjøgnum grannalandið Egyptaland, sum hevur fingið ein vápnahvíld í lag.

AP-tíðindastovan veit at siga, at ísraelski herurin fylgir gongdini og hevur boðsent fleiri hermenn. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541