- Fangar skulu arbeiða dag og nátt

- Fangar skulu arbeiða dag og nátt
Forsetin í Tansania hevur boðað frá herdum reglum í fongslunum, sum millum annað hava við sær, at fangar skulu arbeiða dag og nátt.
John Magufuli, forseti í Tansania, hevur boðað frá herdum reglum í fongslunum í Tansania.
 
17.07.2018 - 09:09

Fangar, sum sita í fongsli í Tansania, skulu nú arbeiða dag og nátt, teir fáa ikki vitjan av hjúnarfelaga, og dovnir fangar skulu sparkast.

Tað sigur forsetin í Tansania, John Magufuli, sum hevur boðar frá herdum reglum í fongslunum. 

Hetta skal forða fyri at homoseksualiteti og  rúsevnismisnýtslu.

Mannarættindafelagsskapir hava funnist at Magufuli, forseta, tí hann er harðrendur, og at rættindini hjá borgarum verða skerd við hesum.

Men atfinningarnar rína ikki við.

- Tað sømir seg ikki, at landið framhaldandi skal breyðføða fangar. Øll fongsul hava jørð, og fangarnir skulu dyrka hana, sigur forsetin.

Magufuli sigur, at yvirhøvur hava fangar ov lítið at gera, og tað er við til at økja homoseksualitet og rúsevnismisbrúk.

- Og tað vil eg ikki hoyra talan um longur. Eg vil hava nýskipan í leiðsluni í fongsulunum,, segði hann leygardagin, tá nýggjur stjóri varð settur fyri eitt av fongslunum í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450