Europa Leauge á skránni í kvøld

Europa Leauge á skránni í kvøld
Tey trý føroysku liðini í Evropa League spæla øll seinna dystin í fyrsta undanumfari í kvøld.
 
19.07.2018 - 10:00

NSÍ spælir á heimavølli á Svangaskarði móti skotska Hibernian. Skotska liðið vann fyrra dystin 6-1. Dysturin á Svangaskarði byrjar klokkan 19:45, og útvarpið sigur frá.

KÍ spælir á útivølli móti Zalgiris Vilnius úr Litava. Fyrri dysturin endaði við 2-1 sigri til litavska liðið. Tann dysturin byrjar klokkan 18, føroyska tíð.

B36 spælir somuleiðis á útivølli. Tað er ímóti Mladost Podgorica úr Montenegro. Fyrri dysturin endaði 0-0. Tann dysturin byrjar klokkan 19:30, føroyska tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. juni
E4_4K_TIL_NET_v3 - teknmálstulkað
192735
Mánadag 2. juni
KAKUMiKS (3:7) - teknmálstulkað
192723
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646