Landsliðsúttøka: Eyðun ger tríggjar broytingar í hópinum

Landsliðsúttøka: Eyðun ger tríggjar broytingar í hópinum
Patrik Johannesen, Jákup B. Andreasen og Daniel Johansen eru nýggir í hópinum frá seinast
Eyðun Klakkstein, landsliðsvenjari, hevur gjørt broytingar í hópinum. Ólavur Mikkelsen er nýggjur U21-landsliðsvenjari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.05.2025 - 10:11

Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, hevur úttkið 23 spælarar til dystirnar móti Georgia og Gibraltar. Fyrr dysturin er ein venjingardystur í Georgia 5. juni, meðan tann seinni er ein HM-undankappingardystur móti Gibraltar á Tórsvølli 9. juni.

Nýggir í hópinum eru Patrik Johannesen og Jákup B. Andreasen úr KÍ, og Daniel Johansen úr Hillerød í næstbestu deildini í Danmark. Meinhard E. OIsen, sum hevur verið undir skurð er ikki tøkur, Arnbjørn Svensson úr Víkingi og Géza Dávid Turi eru ikki við. Síðstnevndi hevur ikki spælt í eina tíð, tí tað er summarferia í League Two.

- Hetta er ein øðrvísi støða hjá okkum at verða í, tí vit eru favorittar móti Gibraltar, men tað skulu vit eisini klára, sigur Eyðun Klakstein.

Landsliðsvenjarin legði afturat, at hetta verður eisini ein møguleiki at royna onkrar spælarar, sum vanliga ikki fáa nógva spælitíð.

 

Georgia - Føroyar
Hósdagin 5. juni klokkan 18:00 í Tblisi, Georgia (venjingardystur)

 

Føroyar – Gibraltar
Mánadagin 9. juni klokkan 19:45 á Tórsvølli (HM 2026 undankappingardystur)

 

Hópurin:

Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)

 

Verjuspælarar
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

 

Miðvallarspælarar
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Poul Kallsberg, Víkingur

 

Álopsspælarar
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík

 

Venjari
Eyðun Klakstein

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244