Forsorgarlógin lagast til føroysk viðurskifti

Forsorgarlógin lagast til føroysk viðurskifti
Forsogarlógin skal broytast og fer nú at eita vælferðarlógin, og lógin skal tillagast føroyskum viðurskiftum.
 
23.07.2018 - 14:48

Uppskotið um vælferðarlógina er sent til hoyringar. Tað sæst í tíðindaskrivi frá Almannamálaráðnum.

Forsorgarlógin, sum er ein hornasteinur í føroyskari vælferð og føroyskum sosialpolitikki, er upprunaliga ein donsk lóg frá 1960’unum, og hóast hon er dagførd og pjøssað upp á í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki í nóg stóran mun eitt hóskandi amboð í einum framkomnum føroyskum samfelagi, sigur Almannamálaráðið í tíðindaskrivi.

Talan er um uppskot til fimm lógir, sum eru partar av lógarpakkanum til nýggju vælferðarlógina, ið er send til hoyringar. 

Hoyringarfreistin er 14. september, og ætlanin er, at vælferðarlógin skal leggjast fyri Løgtingið seinni í ár, sæst í tíðindaskrivnum frá Almannamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717