Nú ber til at søkja um listafólkalønir

Nú ber til at søkja um listafólkalønir
Nú ber til hjá listafólkum, bæði við útbúgving ella royndum, at søkja um trý ára starvsløn. Tað boðar mentanargrunnurin frá.
 
21.08.2018 - 08:58

Tríggjar listafólkalønir verða latnar í ár. Upphæddin á listafólkalønum svarar til læraraløn fólkaskúlans á lønarstigi 21.1. Tað svarar til knappar 28.000 krónur. 

Listafólk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan tey fáa starvsløn, men tey kunnu hava inntøkur av teirra skapandi virksemi í 3 ára skeiðnum.

Faknevndir verða settar við tveimum umboðum fyri hvørja listagrein. Hesi skulu meta um listarligu dygdirnar á umsóknunum, og síðani gera tilmæli til grunnin at taka endaliga avgerð.

Seinasta freist at søkja er tann 2. september klokkan 23.59. 

Umsóknin skal latast inn á talgilda umsóknarblað grunsins. Umsóknir, ið koma seinni enn ásetta tíðarskeið, verða ikki tiknar við í hesum umfari.

Til ber at fáa fleiri upplýsingar og ráðgeving við at venda sær til mentanargrunnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858