Danske Bank hvítvaskað fyri 150 millardir dollarar

Danske Bank hvítvaskað fyri 150 millardir dollarar
Tað er 15 ferðir meira enn upphæddin, sum higartil hevur verið nevnd, skrivar Wall Street Journal
Deildin hjá Danske Bank í Estlandi kann hava hvítvaskað pening fyri 150 millardir dollarar, ella umleið 1.000 milliardir krónur í okkara peningi
Mynd: savn  
 
09.09.2018 - 09:29

Deildin hjá Danske Bank í Estlandi kann hava hvítvaskað pening fyri 150 millardir dollarar, ella umleið 1.000 milliardir krónur í okkara peningi, skrivar Wall Street Journal. Tað er 15 ferðir meira enn upphæddin, sum higartil hevur verið nevnd.

Wall Street Journal skrivar, at tilsamans vórðu 150 milliardir dollarar fluttar úr Russlandi gjøgnum deildina hjá Danske Bank í Estlandi frá 2007 til 2015. Men tað er ógreitt, hvussu stórur partur av hesi upphæddini er hvítvaskaður. Sostatt hava russarar, sum eru raktir av tiltøkum, havt góðar møguleikar at hvítvaska pening, og fáa teir úr Russlandi.

Hetta er onnur ferðin seinastu vikuna, at nýggjar upplýsingar koma um Danske Bank í Estlandi. Fyri fáum døgum síðani avdúkaði Financial Times innihaldið í einari innanhýsis frágreiðing í Danske Bank. Financial Times visti at siga, at bara í 2013 vórðu 192 millardir krónur úr okkara peningi fluttar úr Russlandi gjøgnum bankadeildina í Estlandi. Fíggjareftirlitið hevur eisini funnist hvassliga at leiðsluni og nevndini í Danske Bank, men Fíggjareftirlitið kemur kortini til ta niðurstøðu, at grundarlag er ikki fyri at skuldseta nakran í leiðsluni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112