Sendistovan hjá PLO í USA stongd

Sendistovan hjá PLO í USA stongd
Amerikanska stjórnin hevur avgjørt at stongja sendistovuna hjá palestinska frælsisfelagsskapinum, PLO, í Washington. 
 
11.09.2018 - 16:15

Talskvinnan fyri amerikanska innanríkisráðið sigur, at PLO hevur ikki víst vilja til at fara undir friðartingingar við Ísrael. Hinvegin hevur leiðslan í PLO fordømt amerikonsku friðarætlanina, hóast palestinar ikki hava sæð hana. 

Leiðarin fyri PLO sigur, at at hetta er hættislig gongd, og at stjórnin hjá Donaldi Trump vil revsa palestinska fólkið.

Sambandi millum USA og Palestina er versnað, eftir at amerikanska stjórnin viðurkendi Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael. 

Fyri stuttum avgjørdi stjórnin hjá Trump at strika árliga menningarstuðulin til Palestina og at taka seg úr altjóða flóttafólkastovninum hjá ST í Palestina. 

Palestinskir myndugleikar leggja nú trýst á altjóða dómstólin í Haag og vilja hava hann at kanna, um Ísrael hevur framt krígsbrotsverk. 

Sao Erekat, forstjóri í PLO, sigur, at felagsskapurin heldur, at stongda sendistovan hjá PLO í Washington vísir, hvussu langt USA vil fara fyri at verja brotsverk hjá Ísrael. 

Rættindini hjá palestinska fólkinum eru tó ikki søluvøra, hevur Erekat sagt við týska blaðið Deutsche Welle. 

Amerikanska uttanríkisráðið ávaraði í fjør PLO um, at sambært amerikanskari lóg er heimild at stongja sendistovuna, um palestinsku myndugleikarnir halda fram við at leggja trýst á altjóða dómstólin í Haag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558