Skarpskeringar millum Bretland og ES

Skarpskeringar millum Bretland og ES
Tónin er broyttur - hann er vorðin harðari - í Brexit samráðingunum, sum eru millum bretsku stjórnina og leiðarar í ES.
Theresa May finst hvassliga at ES
 
22.09.2018 - 17:51

Bretski uttanríkisráðharrin Jeremy Hunt heitir nú á ES um ikki at blanda bretskan høviskleika við veikleika.

Áheitanin kemur eftir at formaðurin í evroparáðnum, Donald Tusk, á sosialum miðlum rekur fram undir, at bretar vilja sleppa at velja og vraka í eini komandi avtalu við ES. Til dømis vilja bretar hava fríari handil enn ES londini halda vera rímiligt, og samstundis vil Bretland sjálvt hava ræði á, hvør kemur inn í landi. Og tað var hetta, sum fekk Donald Tusk at skriva argandi á sosiala miðilin Instagram, at bretar vilja velja bestu bitarnar av einum ES samstarvi og vraka restina.

Tað hevur fingið øði í bretar, og er heldur ikki gott fyri arbeiðslagið hjá teimum sum skulu samráðast, sigur Jeremy Hunt uttanríkisráðharri.

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, legði fram eitt uppskot til framtíðarsamstarv í Salzburg í Eysturríki hesa vikuna, men ES leiðarar vrakaðu stórar partar av uppskotinum. Nýggja búskaparsamstarvið fer ikki at rigga, siga tey, og kann undirgrava evropeiska felagsmarknaðin.

Theresa May hevur síðani funnist at ES fyri ikki at koma við boðum um, hvussu uppskotið kann broytast.

Á tíðindafundi í gjár hevði Theresa May eitt hvast aftursvar til ES.

- Eg havi víst ES virðing, og nú vil Bretland eisini hava virðing. Tað kann ikki góðtakast, bara at vraka eitt uppskot uttan at greiða frá hví, ella koma við einum nýggjum uppskoti. Tað er nú upp til ES at koma við uppskoti til, hvussu vit samráðast víðari. Annars koma vit ikki víðari. Samstundis mugu bretar fyrireika seg til, at eingin avtala verður gjørd, segði hon á tíðindafundi.

Eftir ætlan fer Bretland úr ES 29. mars komandi ár, og er eingin avtala um eitt nú handils- og útlendingaviðurskifti áðrenn tað, verður Bretland at rokna sum vanligt triðja land, sum kann fáa stórar handilsligar og politiskar avleiðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851