- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tusk hevur ikki góðar vónir um Brexit-avtalu
Tusk hevur ikki góðar vónir um Brexit-avtalu
Donald Tusk, forseti í Europaráðnum, sigur, at vónirnar um eina Brexit-avtalu á ES-fundinum í dag, eru ikki góðar.
17.10.2018 - 09:19
Ósemjan um írska landamarkið er enn sum áður ein trupulleiki, sigur hann sambært BBC.
Eg havi onga grund at vera bjartskygdur, sigur Donald Tusk og heitir á Theresu May um at koma við ítøkiligum uppskotum fyri at fáa glið á.
May hevur sagt, at gjørligt er at gera eina avtalu, um stjórn hennara megnar at standa saman.
A tídindafundi í Brússel í gjár, segdi Donald Tusk:
- Sum eg síggi tad, er einasta vón fyri eini avtalu, at bádir partar vísa gódan vilja.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV