Novembur metheitur í Norra

Novembur metheitur í Norra
Hitamet varð sett fleiri staðni í Norra fyrr í hesari vikuni. Onkrastaðni nærkaðist hitin teimum 20 stigunum
Tað hevur ongantíð verið so heitt ymsa staðni í Norra í november mánað, sum tað var mikudagin. Millum annað í Bergen, haðani summarmyndin er
 
11.11.2018 - 16:46

Tað hevur ongantíð fyrr verið so heitt ymsa staðni í Norra í november mánað, sum mikudagin í hesari vikuni. Meðan hitamátarin í Bergen nærkaðist frostmarkinum um hesa tíðina í fjør, var støðan ein heilt onnur fyri fýra døgum síðani.

Mikudagin kom hitin í Flesland í Bergen upp á 16,4 stig, sum eisini er nýtt met har um leiðir í november mánað. Í Kråkenes á vesturlandinum, nakað sunnan fyri Aalesund, kom hitamátarin kortini væl longur upp enn tað mikudagin.

Í Kråkenes kom hitamátarin mikudagin upp á 19,2 hitastig, sum eisini er nýtt met fyri hesa árstíðina. Ongantíð áður hevur tað verið so heitt har um leiðir í november mánað.

Væl kaldari inni í landinum

Tað var serliga á vesturlandinum í Norra, at tað var óvanliga heitt mikudagin í hesari vikuni, sambært norska veðurstovninum, Meteorologisk instistutt.

Meðan hitin hesa árstíðina á vesturstrondini í Norra kann sníkja seg upp á 10-12 hitastig, lá hitin mikudagin nógva staðni millum 15 og 17 hitastig.

Stórur munur var kortini á hitanum, sum varð mátaður við norsku vesturstrondina, og hitanum, sum varð mátaður inni í landinum; har vórðu bara mátað fimm-seks stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303