Óvist nær byrjað verður upp á neyðugu ábøturnar

bannari
Óvist nær byrjað verður upp á neyðugu ábøturnar
Uppskotið um eykajáttan til Glasir varð fyrradagin beint aftur í nevnd, og tí er tað óvist, nær skúlin kann byrja at arbeiða við neyðugu ábøtunum.
 
07.12.2018 - 08:44

Ein ósemja millum embætisfólkini í Fíggjarmálaráðnum og embætisfólkini í løgtinginum um, hvussu játtanarskipanin skal tulkast, førdi í gjár til, at uppskotið um eykajáttan til Glasir varð beint aftur í nevnd.

Tað er nú óvist, nær skúlin kann byrja at arbeiða við neyðugu ábøtunum á skúlanum. 

Glasir tørvar ábøtur

Nevndin má taka ta tíð, tað tekur, um málið fer aftur í nevnd, segði Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini undir viðgerðini í løgtinginum mikudagin. 

Tað kann tí ganga rúm tíð, áðrenn arbeiðið á Glasi kann fara í gongd aftur.

Eitt nú at gera loftið í ítróttarhøllini, at gera hurðarnar til skúlastovurnar, so tær ikki standa opnar út í atrium og at seta hondlistar í atrium upp.

Vildu hækka verklagslógina

Tað var annars ein breiður meiriluti í fíggjarnevndini fyri at hækka verklagslógina við 28,4 milliónum.

Við at hækka verklagslógina við 28,4 milliónum og játta 14 milliónir í eykajáttan ætlaði fíggjarnevndin at sleppa undan at játta tær 14 milliónirnar, sum Landsverk hevur brúkt í heimildarloysi og á tann hátt blástempla óheimiðlaðu meirnýtsluna.

Ein teknisk manøvra, sum embætisfólkini í fíggjarmálaráðnum ikki taka undir við. 

Tann 5. december skrivaði umsitingin í fíggjarmálaráðnum til umsitingina í løgtinginum, at: 

Álitið ikki í tráð við tulkingina hjá Fíggjarmálaráðið

"Vísandi til tingmál 80/2018, skal Fíggjarmálaráðið enn einaferð gera vart við, at álitið hjá fíggjarnevndini ikki er í tráð við hvussu Fíggjarmálaráðið tulkar játtanarskipanina.

Hetta er áður munnliga fráboðað forkvinnuni í fíggjarnevndini og fyrisitingini í Løgtinginum.

Leisturin, fíggjarnevndin skjýtur upp í samband við eykajáttanina til løguverkætlanina Glasir, ber ikki til. 
 
Hildnar útreiðslur koma framum útreiðslur, sum ikki eru hildnar, og sum tískil liggja longri frammi.
 
Tað, sum fæst burturúr, er, at eingin útreiðsla verður hildin afturat í 2018, tí meirjáttanin bert røkkur til longu hildnar útreiðslur, og úrslitið verður einans ein blástempling av meirnýtsluni, men eingin játtan til neyðugu útreiðslurnar, sum eftir eru at halda.
 
Hinvegin loyvir verklagslógin, at síðstu 14 milliónir krónurnar verða brúktar, so skjótt játtan er til tað, men sambært uppskotna leistinum hjá fíggjarnevndini verður tað so ikki fyrrenn í einum seinni fíggjarári.
 
Leisturin eigur at vera, at bæði heimild í játtan og verklagslóg verða hækkaðar við somu upphædd, nevniliga 28,4 milliónir krónur".

Soleiðis skriva embætisfólkini í fíggjarmálaráðnum millum annað um ætlanina at hækka verklagslógina við 28 milliónum og játta 14 milliónir í eykajáttan.

Málið beint aftur í nevnd

Eftir at hetta kom fram, vildi andstøðan hava samgonguna at vissa fyri, at pengarnir, um teir vóru játtaðir, ikki verða brúktir upp á útreiðlsurnar fyri 14 milliónir krónur, sum longu eru brúktar í heimildarloysi. 

Tá hetta ikki varð gjørt, gjørdist greitt, at málið kundi fella, og tí var gjørt av at koyra tað aftur í nevnd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819