Tvey ára fongsul fyri barnaporno

Tvey ára fongsul fyri barnaporno
Dómarin lurtaði eftir ákæranum sum kravdi fongsul í tvey ár, og metti ikki at linnandi umstøður vóru, sum verjin mælti til
 
18.12.2018 - 13:46

Ein 33 ára gamal maður var fyri løtu síðani dømdur 2 ára fongsulsrevsing fyri barnaporno.

Hann hevði frammanundan viðgingið seg sekan í ákæruni, og hann tók við dóminum. Talan er um ógvusligasta mál av sínum slag í Føroyum.

135.000 myndir og 4.000 filmar

Í ákæruritinum stóð, at maðurin hevði umvegis telduna fingið hendur á meir enn 135.000 myndum og 4.000 filmum um barnaporno. Og tað hendi eitt langt tíðarskeið, sum vardi frá 2005 til 2016, tá hann varð avdúkaður.

Og tað, sum vigaði mest í dóminum, var, at maðurin nýtti ein hátt til at taka myndir og filmar niður, so onnur fingu atgongd til tilfarið. Tað gjørdi hann ein part av tíðini.

Talan var um stóra nøgd av tilfari, sum var tilsamans 207 gigabite, sum tað eitur á fakmáli.

Tungan ungdóm og nógv happaður

Nógv av tí, sum varð umrøtt í rættinum, var av tekniskum slag, m.a. hvussu maðurin hevði fingið fatur á myndunum og filmunum av barnaporno.

Maðurin greiddi frá, at hann hevði havt ein tungan ungdóm, við nógvari happing í skúlanum, sum endði við, at hann ikki gjørdi barnaskúlan lidnan.

Hann hevði eisini tríggjar ferðir roynt at taka sítt egna lív frá 2003 til 2006. Hann hevur verið í sálarligari og sexuellari viðgerð, og hevur havt tað gott seinastu tíðina.

Hann er farin aftur í skúla og hevur ætlanir um at fara víðari í skúla, tá hetta málið er avgreitt.

Størsta mál av sínum slag

Ákærin segði í dómsviðgerðini, at dómurin átti at vera tvey ára fongsul, tí hann hevði útbreitt barnaporno í eitt ár, og at talan er um størsta mál av slíkum slag í Føroyum.

Verjin segði, at talan var um eitt óvanligt mál, men hann mælti til fongsulsrevsing, sum í mesta lagi var 1 ár og átta mánaðir, og so átti ein partur at vera treytaður, sum kundi nýtast til samfelagstænastu ella viðgerð.

Ákærdi fekk orðið, áðrenn dómurin fall. Hann visti ikki nakað at siga, segði hann, men hann segði seg vera keddan av tí, sum hann hevði gjørt, bæði ímóti familju og vinum.

Dómarin var ikki samdur. Hann gav ákæranum viðhald og dømdi mannin tvey ára fongsulsrevsing. Ført var fram, at talan var um eitt álvarsligt mál, tí myndir sum eru í bólki 3, ið eru tær ógvusligastu, vóru nógvar í tali, og virksemið hevur vart í langa tíð.

Tók við dóminum

Tí segði dómarin, at málið var álvarsligt, og lá uttanfyri tað, sum kann metast til treytaða revsing.

Eftir at dómurin varð sagdur, fóru ákærdi og verjin út úr rættarhølinum at umrøða støðuna.

Tað tók ikki langa tíð, og tey komu aftur og boðaðu dómaranum frá, at dømdi tekur við dóminum, og ikki skjýtur hann inn fyri hægri rætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205

Annað frá KVF