Skotvápn skulu forða fyri skottilburðum

Skotvápn skulu forða fyri skottilburðum
Fleiri skotvápn í skúlarnar skal forða fyri fleiri skot-tilburðum í skúlum í USA
 
24.12.2018 - 10:40

Tað er tilmæli frá eini nevnd, sum Donald Trump, forseti, hevur sett í sambandi við nógvu skot-tilburðirnar í amerikonskum skúlum, skrivar AFP-tíðindastovan.

Nevndin mælir í nýggjari frágreiðing til, at amerikanskir skúlar eiga at umhugsa at lata starvsfólk síni hava vápn uppi á sær. Eisini mælir nevndin til, at krígsveteranar eiga at verða brúktir sum vaktarfólk á skúlum.

Í frágreiðingini verður dentur tó lagdur á, at hvør statur sær og hvør einstakur skúli sær eigur at taka støðu til tilmælini.

Trump mannaði nevndina fyri skúlatrygd eftir ógvusliga skottilburðin í einum skúla í Parkland í Florida í februar í fjør, har ein fyrrverandi næmingur skeyt og drap 17 fólk.

Eftir hendingina stovnaðu næmingar á skúlanum ein bólk, sum setti gongd á nationala rørslu í USA, sum kravdi strangari eftirlit við vápnum í USA.

Men nevndin hjá Trump vísur aftur kravinum frá rørsluni um at hækka aldursmarkið fyri at keypa skotvápn.

Grundgevingin er, at flestu gerningsmenn í skottilburðum í skúlum skaffa sær vápn frá familju ella vinum.

Nevndin mælir í staðin til, at starvsfólk á skúlum skulu hava vápn, - eisini skúlalærarar, til frama fyri effektivitetin og bara sum eitt tiltak, stendur í frágreiðingini.

Amerikanski forsetin er nøgdur við tilmælini í frágreiðingini, skrivar ap-tíðindastovan.

- Einki hevur størri týdning enn at tryggja børnini í okkara tjóð, sigur Trump.

Men ikki øll fegnast um tilmælini hjá nevndini.

M.a. tvey at størstu lærarafeløgunum í USA eru hvassorðað um tilmælini. 

- Vit hava ikki brúk fyri fleiri vápnum í skúlunum, sigur Lily Eskelsen Garcia. Hon er forseti fyri fakfelagnum, National Education Assosciation. 

Nevndin fyri skúlatrygd mælir eisini umsitingini hjá Trump til at broyta politikkin, sum fyrrverandi forsetin, Barack Obama, setti í gildi á skúlaøkinum. 

Sambært nevndini hevur politikkurin hjá Obama, sum skuldi basa mannamuni, havt ringa ávirkan á lýdni og trygd í skúlunum.

Meira enn 219-túsund amerikanskir skúlanæmingar og lesandi hava verið uppi í skottilburðum á skúlum síðani 1999, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866