Avgerandi løtan

Avgerandi løtan
Týsdagin skal bretska undirhúsið taka eina av týdningarmestu avgerðunum í nýggjari tíð, tá ið Brexit avtalan hjá Theresu May kemur til viðgerðar
Theresa May ræðist, at avtalan um Brexit ikki verður samtykt týsdagin
 
13.01.2019 - 16:41

Tveir dagar.

So nógva tíð hava tingfólk í bretska undirhúsinum um at gera av, um tey atkvøða fyri ella ímóti avtaluni hjá Theresu May, forsætisráðharra, um Brexit.

Gera tey ikki tað, verður eingin avtala millum Bretland og ES.

Nógv í váða

Nógv stendur í váða, bæði politiskt og búskaparliga, og tí leikar hart á í bretskum miðlum í hesum døgum. Politiskir viðmerkjarar av øllum handa slag hava seinastu dagarnar sagt sína hugsan um, hvat undirhúsið eigur at gera.

Fleiri vilja hava nýggja fólkaatkvøðu, til dømis fyrrverandi forsætisráðharrarnir Tony Blair og John Major. Núverandi forsætisráðharrin Theresa May ávarar harðliga ímóti nýggjari fólkaatkvøðu, og at undirhúsið atkvøður ímóti avtaluni.

- Tað hevði verið eitt vanlukkuligt og ófyrigeviligt brot á álitið, sum veljararnir hava víst okkum, tá ið tey atkvøddu fyri Brexit, skrivar forsætisráðharrin sjálv í Sunday Express í dag.

Atkvøðugreiðsla í desember avlýst

Atkvøður undirhúsið ímóti, fer Bretland úr ES uttan nakra avtalu. Tað merkir, at Bretland verður at rokna sum triðjaland, og tað hevur hópin av óhepnum avleiðingum við sær.

Almennar tænastur, trygdarviðurskifti, vinnan og bretski búskapurin eru als ikki klár til eitt Brexit við ongari avtalu, men kortini eru nógv tingfólk so ónøgd við avtaluna hjá Theresu May, at tey hava sagt seg vilja atkvøða ímóti.

Ein atkvøða skuldi vera í desember, men hon var avlýst, tí May kendi seg ikki vísa í, at hon fór at vera samtykt. Síðsta freist hjá undirhúsinum at samtykkja avtaluna er 21. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650