Polski borgarstjórin jarðast í dag

Polski borgarstjórin jarðast í dag
Í dag verður Pawel Adamowicz, borgarstjóri í Gdansk, jarðaður, eftir at hann sunnudagin varð stungin niður og dripin
Fleiri túsund fólk vóru á gøtunum fríggjakvøldið, tá Adamowicz varð fluttur til kirkjuna, har jarðarferðin verður.
Mynd: Reuters  
 
19.01.2019 - 11:56

Í dag verður Pawel Adamowicz, borgarstjóri í Gdansk, jarðaður, eftir at hann sunnudagin doyði av løstunum, sum hann fekk, eftir at hann varð stungin niður undir einum vælgerðar-tiltaki.

Fleiri enn 3000 fólk væntast til jarðarferðina. Millum annað polski forsetin, Andrzej Duda, og Donald Tusk, formaðurin í ES. Harumframt eru fleiri túsund savnað uttan fyri kirkjuna, har jarðarferðin verður, skrivar BBC.com.

Tað var sunnudagin, at 53 ára gamli borgarstjórin stóð á palli og helt røðu til eitt vælgerðartiltak, tá hann brádliga varð álopin og stungin niður framman fyri fleiri hundrað áskoðarum. 

Ein 27-ára gamal maður úr Gdansk, sum er gamal kenningur hjá løgregluni, er ákærdur fyri drápið. Hann varð leyslatin úr fongsli í síðsta mánaði. 

Eftir at hava stungið borgarstjóran, segði hann við fjøldina av fólki, at hann gav fyrrverandi flokkinum hjá Adamowicz skyldina fyri, at hann varð fongslaður í 2014 fyri fleiri harðskapstilburðir, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775