B36 hevur fingið nýggjan formann

B36 hevur fingið nýggjan formann
Jákup Mørk er nýggjur formaður í fótbóltsfelagnum, B36
Mynd: b36.fo  
 
23.01.2019 - 23:58

B36 hevur í kvøld havt aðalfund, har Jákup Mørk bleiv valdur sum formaður.

Hetta er fyrstu ferð, at Jákup Mørk er formaður í felagnum, sum hann sjálvur hevur umboðað sum spælari.

Hann tekur við eftir Rúna Herup Olsen, sum hevur verið formaður í B36 í trý ár.

Nevndarval var eisini á skránni.

Fyri vali stóðu Jákup Lamhauge, Símun Grønadal, Jóannes Guttesen og Rúni Herup Olsen.

Jákup og Símun tóku við afturvali, og afturat teimum vórðu Jákup Mørk og Steinbjørn Hardlei valdir í nevndina.

Nýggjur formaður er Jákup Mørk. Sámal Ímundarson heldur fram sum næstformaður, og Rolf Herup Olsen heldur somuleiðis fram sum kassameistari.

Hini í nevndini eru Anja Weyhe, Símun Grønadal, Steinbjørn Hardlei, Jákup Lamhauge og Heini Hellisdal Poulsen, sum er umboðið hjá ungdómsnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010