Banki lækkar partapeningin við egnum brøvum

Banki lækkar partapeningin við egnum brøvum
Aðalfundurin hjá BankNordik skal taka støðu til uppskot frá nevndini, sum mælir til at lækka partapeningin í bankanum úr 200 niður í 192 mió. kr.
BankNordik keypir egin partabrøv og lækkar partapeningin.
 
04.03.2019 - 11:00

Aðalfundurin hjá BankNordik 21.mars skal taka støðu til uppskot frá nevndini í bankanum, sum mælir til at lækka partapeningin í bankanum úr 200 milliónum niður í 192 milliónir krónur.

Tær átta milliónirnar skulu takast av ogn bankans.

BankNordik sigur, at kapitallækkingin er løgfrøðiliga at meta sum útlutan til partaeigararnar.

Tí tær átta milliónirnar, sum partapeningurin verður niðurskrivaður, er útgoldin til partaeigarar bankans sum gjald fyri partabrøv, sum bankin hevur keypt. 

Verður uppskotið samtykt á aðalfundinum, missir bankan 400.000 egin partabrøv á 20,00 kr.

Keyp partabrøv

Hesi partabrøv eru keypt undir skipaða afturkeypinum, sum BankNordik hevur gjørt frá 30.mai 2016 til 30.desember 2016, frá 27.februar 2018 til 31.mai 2018 og frá 6.august 2018 til 21.februar 2019 fyri góðar 39,6 milliónir, sum partaeigarar í bankanum hava fingið.

Tá tær átta millónirnar eru drignar frá, hava partaeigararnir tí fingið góðar 31,6 milliónir kr. 

Kapitallækkingin verður framd til kurs 117,19, sum svarar til miðalkursin fyri afturkeyptu partabrøvini. Hon verður sostatt framd til yvirkurs. 

Og bankin ætlar at keypa fleiri egin partabrøv, tí nevndin biður aðalfundin um at leingja heimildina at keypa til 1.mars 2024.

Nevndin mælir eisini til, at samsýningin til nevndina verður óbroytt. Forkvinnan fær 600.000 kr. um árið, næstformaðurin 400.000 og hini í nevndini fáa 200.000 kr. um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532