ST-dómstólurin herðir dóm hjá Karadzic

ST-dómstólurin herðir dóm hjá Karadzic
Fyrrverandi serbiski leiðarin í Bosnia, Radovan Karadzic, er dømdur lívlangt fongsul fyri fólkadráp
Fyrrverandi serbiski leiðarin í Bosnia, Radovan Karadzic, stígur inn í rættarhølini hjá ST-dómstólinum í Haag í gjár
Mynd: AP  
 
21.03.2019 - 08:58

ST-dómstólurin í Haag herdi í gjár, mikudagin, revsingina hjá fyrrverandi serbiska leiðaranum í Bosnia, Radovan Karadzic, upp í livlangt fongsul.

Fyri trimum árum síðani varð hann dømdur 40 ára fongsulsrevsing fyri fólkadrápið í býnum Srebrenica í Bosnia í juli í 1995. Karadzic kærdi dómin.

 >> SÍ EISINI Radovan Karadzic dømdur 40 ára fongsulsrevsing

24. mars í 2016 segði altjóða krígsbrotsmannadómstólurin fyri Jugoslavia, sum var, at Radovan Karadzic, sum nú er 73 ára gamal, var sekur í tíggju av tilsamans 11 ákærum.

Dómstólurin segði, at Karadzic hevði ábyrgdina av, at 8.000 muslimskir menn og dreingir í Srebrenica vórðu dripnir.  Hetta hópdrápið verður mett sum tað ringasta síðani seinna heimsbardaga.

Varð jagstraður í 11 ár

Dómstólurin segði eisini, at Karadzic stóð á odda fyri kringsetingini av bosniska høvuðsstaðnum Sarajevo í meira enn hálvt triðja ár. Tá Karadzic kærdi dómin um 40 ára fongsul í 2016, segði hann, at hann var eitt politiskt offur.

Radovan Karadzic varð tikin í einum bussi í Beograd í 2008. Tá hevði hann verið jagstraður í 11 ár. Borgarakríggið í Bosnia frá 1992 til 1995 kravdi umleið 100.000 mannalív, og 2,2 milliónir fólk flýddu undan krígnum. 

Seinastu kærumálini frá krígnum á Balkan verða nú viðgjørd í ST-dómstólinum í Haag. Málini vórðu flutt hagar, eftir at altjóða krígsbrotsmannadómstólurin fyri Jugoslavia, sum var, varð tikin av í 2017.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666