Biogassverkið: árinini á umhvørvið góðkend

Biogassverkið: árinini á umhvørvið góðkend
Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina um Biogassverkið, sum partafelagið Førka, Føroysk náttúrorku, ætlar at byggja á Skarðshjalla
Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina hjá biogassverkinum
 
04.04.2019 - 12:26

Førka er dótturfelag hjá Bakkafrosti. Avgerðin hjá Umhvøvisstovuni kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.

Kærufreistin er til 1.mai.  Við teimum tiltøkum, sum verða gjørd fyri minka lukt og ljóð, heldur Umhvørvisstovan, at árinini á umhvørvið uttan um biogassverkið fara at vera avmarkað.

Biogassverkið kann taka 100.000 tons av lívrunnum burturkasti árliga. Ætlanin er tó í fyrstu atløgu at taka móti 50.000 tonsum.

At byrja við verða neytamykja, skarn frá smoltstøðum og súrløga frá alivinnuni tikin. Biogassverkið skal lata Fjarhitafelagnum hita og SEV streym.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860