Kári Reynheim í ÍF

Kári Reynheim í ÍF
Kári Reynheim og Hans Jørgen Djurhuus skulu standa á odda fyri besta liðnum hjá ÍF
 
28.04.2019 - 20:02

Tað hevur gingið striltið hjá ÍF at vinna sær stig í landskappingini í ár.

Tað fekk avleiðingar fyri venjaran, Hegga Samuelsen, sum bleiv sagdur úr starvi.

Í kvøld hevur ÍF kunngjørt, at teir hava skrivað sáttmála við Kára Reynheim og Hans Jørgen Djurhuus.

ÍF skrivar á heimasíðu felagsins, at teir báðir vera javnsettir í venjaratoyminum.

Hans Jørgen Djurhuus hevur seinastu árini verið knýttur at venjaratoyminum hjá Víkingi, meðan Kári Reynheim seinast sat við róðrið hjá AB, tá liðið flutti upp í bestu deildina í 2017. 

Teir byrja báðir í størvunum beinanvegin, skrivar ÍF.

ÍF er í løtuni á aftasta plássi í landskappingini við bara einum stigi.

Stigið fingu teir fyri 2-2 javnleikin ímóti TB á heimavølli í triðja umfari.

Í hinum fimm dystunum hevur ÍF tapt fyri Víkingi, AB, KÍ, Skála og NSÍ.

Fyrsta uppgávan hjá Kára Reynheim og Hans Jørgen Djurhuus verður longu í morgin, tá ÍF spælir á útivølli ímóti EB/Streymi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846