Skotálop á eina synagogu í California

Skotálop á eina synagogu í California
Ein vápnaður maður skeyt í gjár í eini synagogu í California í USA. Ein kvinna doyði og trý fólk vórðu særd
 
28.04.2019 - 09:42

Í gjár skeyt 19 ára gamli John Earnest eftir fólki í eini synagogu í California. Hann varð handtikin norðanfyri San Diego aftaná álopið, sambært BBC. 

Løgreglan veit enn ikki, hví maðurin skeyt í synagoguni, men forsetin í USA, Donald Trump, sigur, at tað er hatursbrotsverk. 

Legði bræv út á netið

Sýslumaðurin í San Diego, Bill Gore, sigur, at teir kanna sosialu miðlarnar hjá unga manninum, og har hava teir funnið eitt eitt anti-semitiskt bræv, sum hann hevði lagt út á netið átta tímar áðrenn álopið.

Í brævinum sigur John Earnest, at hann hevur fingið íblástur frá álopunum á tvær Christchurch moskur síðsta mánað, og skotálopinum á eina synagogu í Pittsburgh í oktober 2018, har 11 fólk doyðu.

John Earnest er eisini undir illgruna fyri at hava sett eld á eina mosku síðsta mánað. Forsetin Donald Trump skrivaði á Twitter, at tankar hansara vóru við teimum raktu, og hann rósti hann myndugleikunum fyri gott arbeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608