Mjølnir ikki við: Fuglfirðingar ímóti sørvingum í steypafinaluni hjá monnum

Mjølnir ikki við: Fuglfirðingar ímóti sørvingum í steypafinaluni hjá monnum
Fyri fyrstu ferð í átta ár er Mjølnir ikki annað liðið í steypafinaluni í flogbólti við monnum, har SÍ man vera favorittur ímóti ÍF
 
25.04.2026 - 09:29

ÍF sendi Mjølnir úr steypakappingini í hálvfinalunum, men fuglfirðingar mugu finna seg í, at SÍ er favorittur í finaluni við Tjarnir leygardagin.

Sørvingar hava nevniliga vunnið heili 21 ferðir á rað í lands- og steypakappingini eftir eina eitt sindur trilvandi byrjan, tá teir millum annað taptu ímóti júst ÍF í allarfyrsta dystinum í kappingarárinum.

SÍ EISINI: ÍF koppaði sigursvandu klaksvíkingunum

Í innanhýsis finaluhagtølunum er ÍF eitt sindur frammanfyri. Fuglfirðingar hava vunnið seks av teimum níggju finalunum, sum liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum. Tilsamans hevur ÍF vunnið níggju og SÍ vunnið sjey steypafinalur.

Styttri er kortini liðið, síðan SÍ vann steypakappingina, tí í 2024 vunnu vágamenninir 3-1 á Mjølni. ÍF vann seinast í 2021, tá fuglfirðingar vunnu 3-2.

 

TB aftur í finaluni

Fyri fyrstu ferð síðan 2017 er TB í steypafinaluni hjá kvinnum. Tað gjørdist greitt, tá suðuroyingarnir sendu Fleyr í kappingini farna vikuskiftið eftir ein spennandi fimmsettara.

SÍ EISINI: Mjølnir fekk uppreisn eftir FM-finalutap

TB hevði sína stórheitstíð fyrst í fyrru helvt av nullunum, tá kvinnurnar vunnu fýra steypafinalur, og í 2017 løgdu tær eitt steypagull afturat. Tvey ár frammanundan vann TB føroyameistaraheitið.

Mjølnir vann steypagullið í fjør, og í ár eru klaksvíkingar aftur í finaluni eftir 3-0 hálvfinalusigur á FM-vinnarunum úr SÍ síðsta vikuskiftið.

Kvinnurnar úr Klaksvík eru favorittar leygardagin. Tær hava vunnið allar dystirnar ímóti TB í ár uttan at tapa sett, og taptu bert tveir dystir í landskappingini yvirhøvur, áðrenn tær taptu 2-0 í FM-finalunum ímóti  SÍ.

Fyri fyrstu ferð verða steypafinalurnar í flogbólti leiktar í høllini við Tjarnir. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424