Vápnahvíld lýst millum Ísrael og Hamas

Vápnahvíld lýst millum Ísrael og Hamas
Ísrael og Hamas eru vorðin samd um vápnahvíld, sum skal fáa enda á blóðugu samabrestunum. Tað váttar ísraelska verjan, skrivar NBC
 
06.05.2019 - 10:11

Vápnahvíldin kom í gildi kl. 4.30 í morgun lokala tíð, upplýsir ein sjónvarpsstøð undir leiðslu av Hamas, skrivar Reuters.

Síðani leygardagin hava hernaðarligir palestinar skotið meira enn 600 rakettir inn í suður Ísrael og dripið í minsta lagi 4 fólk, sigur ísraelska verjuleiðslan.

Ísrael hevur svarað aftur við luftálopum, sum sambært heilsumyndugleikunum í Gasa, hava dripið 23 fólk, - teirra millum í minsta lagi átta limir í hernaðaraligu bólkunum Islamsk heilagt kríggj ella Hamas.

Í gjár segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, at hann hevur givið herinum boð um at halda fram við hørðu álopunum móti yvirgangskroppum í Gasa.

Ísrael hevur sagt, at ísraelska verjan hevur higartil skotið niður 150 rakettir úr Gasa. Netanyahu sigur, at ísraelskar herdeildir í Gasageiranum verða styrktar við stríðsvongum, stórum kanónum og herfólki.

Ísrael hevur eisini latið aftur skúlar, sum eru innanfyri 40 km. frástøðu frá Gasageiranum, og hevur latið upp fleiri bumbuskýli til fólkið.

Nú er so vápnahvíld lýst - og hon kom, sambært ísraelsku verjuni, í gildi tíðliga í morgun.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687