Tilmælið um makrel meira enn tvífaldað

Tilmælið um makrel meira enn tvífaldað
Fyrra tilmælið var, at ikki er ráðiligt at fiska meira enn 318.000 tons á okkara leiðum í ár. Nú er tilmælið hjá ICES 770.000 tons
Føroyska makrelkvotan er Føroyska makrelkvotan er 20 prosent minni í ár enn í fjør. Hon er 82.339 tons í ár.
 
17.05.2019 - 12:08

ICES hevur meira enn tvífaldað sítt tilmælið um makrel í ár.

Fyrra tilmælið var, at ikki er ráðiligt at fiska meira enn 318.000 tons á okkara leiðum í ár.

Nú er tilmælið hjá ICES 770.000 tons.

Noreg bað ICES endurskoða tilmælið fyri 2019, tí nógv meiri makrelur er til enn kanningar vístu í fjør heyst.

Í apríl varð sagt, at gýtingarstovnurin er 77 prosent størri enn mett varð í heyst.

Makrelstovnurin er sambært nýggju kanningini ikki longur í vanda.

Gýtingartovnurin er nú mettur at vera 4,16 mió. tons.

Í fjør heyst varð hann mettur til 2,35 mió. tons.

Nógv størri enn tilmælið

Strandalondini geva sær sjálvum kortini so stórar kvotur, at tær samanlagdar eru nógv størri enn tilmælið hjá ICES var.

Føroyar, Noreg og ES, sum eru samd um makrelbýtið, hava givið sær góð 650.000 tons í ár, hóast tilmælið hjá ICES tá var 318.000 tons.

Harafturat eru so Ísland og Russland, so hóast tilmælið nú er 770.000 tons, eru kvoturnar framvegis størri enn tilmælið.

Í nógv ár hevur makrelveiðan verið nógv størri enn ICES hevur mælt til, so makrelur úr átta londum í landsnyrðings-partinum av Atlansthavinum mistu MSC góðkenningina fyri fyrst í mars í ár.

Makrelur verður sambært MSC ikki fiskaður burðardygt og kann tí ikki fáa MSC stemplið longur.

MSC stemplið ger, at meira fæst fyri makrelin. Men tá øll londini missa stemplið, ger tað minni mun og er ikki kappingaravlagandi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097