Fiskaútflutningurin minkaður

Fiskaútflutningurin minkaður
Virðið á fiskaútflutninginum frá apríl í fjør til mars í ár minkaði 217 milliónir krónur, ella trý prosent
 
21.05.2019 - 15:28

Føroyar útfluttu fiskavørur frá apríl í fjør til mars í ár fyri tilsamans sjey milliardir og 871 milliónir krónur, vísa tøl hjá Hagstovu Føroya.

Virðið á toski, upsa og hýsu vaks 140 milliónir krónur, og útflutningsvirðið á makreli, sild og svartkjafti vaks 167 milliónir krónur.

Størsti vøksturin er brennievni

Hinvegin minkaði útflutningsvirðið á laksi 271 milliónir. Annar fiskur og fiskaúrdráttur minkaði 253 milliónir krónur í virði frá apríl í fjør til mars í ár.

Minkaði útflutningsvirðið á fiski hetta tíðarskeiðið, vaks innflutningurin 743 milliónir krónur, upp í sjey milliardir og 780 milliónir krónur, ella tilsamans 11 prosent. 

Størsti vøksturin í innflutningstølunum er brennievni. Vit innfluttu brennievni fyri 344 milliónir krónur meira enn árið fyri, ella tilsamans eina milliard og 318 milliónir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576