Einki vinnuøki á Gomlurætt kortini

Einki vinnuøki á Gomlurætt kortini
Tórshavnar kommuna hevur einki vinnuøki at bjóða
Ætlanin var at gera vinnuøki í sjónum norðan fyri brimgarðin.
 
22.05.2019 - 12:41

Einki vinnuøki verður á Gomlurætt kortini.

Tað hevur Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu avgjørt.

Bogi Andreassen, formaður í Vinnunevndini, sigur, at kommunan og partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar samdust ikki um prísin.

Ætlanin var at brúka grót úr Sandoyartunlinum til vinnuøkið. Kommunan vildi eisini hava partafelagið at slætta økið.

Ov lítið stórt grót

Sambært stjóranum í tunlafelagnum, Teiti Samuelsen, skuldi grót spreingjast úr berginum oman fyri Gomlurætt at leggja sum brimgarð hjá vinnuøkinum.

Og tað hevði blivið ov dýrt, tí útrokningar vísa, at bara 12-14 prosent av sprongda grótinum hevði blivið nóg stórt til brimgarðin, sigur Teitur Samuelsen.

Bogi Andreassen sigur, at vinnustykkini høvdu verið ov dýr at selja.

Kommunan skal kunnu selja vinnustykkini fyri ein hóskandi prís, sum er 1.200 krónur fyri fermeturin, sigur Bogi Andreassen.

Tvey øki

Kommunan ætlaði at leggja grótið úr Sandoyartunlinum á sjógv og fáa 35.000 fermetrar á tann hátt.

Stórt grót skuldi so spreingjast úr berginum oman fyri Gomlurætt at leggja sum brimgarð.

Tað hevði givið 18.000 fermetrar afturat.

Tórshavnar kommuna hevur einki vinnustykki at bjóða í løtuni. Leitað verður nú aftur eftir einum øki, sigur Bogi Andreasen.

Vinnuøki verður gjørt á Sundi, men tað økið ger Tórshavnar havn.

Teitur Samuelsen sigur, at grótið úr Sandoyartunlinum streymoyarmegin verður sum ætlanin nú er tyrvt oman fyri landsvegin millum Velbastað og Kirkjubø.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532