Føroyingar formaður og stjóri í íslendskum felagi

Føroyingar formaður og stjóri í íslendskum felagi
Jens Meinhard Rasmussen er nú formaður í nevndini hjá oljufelagnum Skeljungi í Íslandi
Jens Meinhard Rasmussen varð afturvaldur í nevndina hjá íslendska felagnum Skeljungi, og nú er hann formaður í nevndini.
 
28.05.2019 - 12:08

Jens Meinhard Rasmussen er nú formaður í nevndini hjá oljufelagnum Skeljungi í Íslandi.

Partaeigarnir i Skeljungi høvdu fund í gjár. 

Sambært fráboðan, sum er send keypsskálanum í Reykjavík, er vinnulívsmaðurin og íleggjarin Jón Ásgeir Jóhannesson komin í nevndina hjá Skeljungi.

Hann er nú næstformaður í nevndini.

Jón Ásgeir Jóhannesson er komin í nevndina, tí kona hansara, Ingibjörg Stefanía Pálmadóttir, hevur keypt stívliga tíggju prosent í felagnum.

Ata Maria Bærentsen varð afturvald í nevndina hjá Skeljungi í gjár.

Skeljungur er móðurfelag hjá oljufelagnum P/f Magn i Føroyum. Skeljungur eigur Magn hundrað prosent.

Stjórin er tann sami í báðum feløgunum, Hendrik Egholm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595