Norðmenn vóru kyniskari

Norðmenn vóru kyniskari
Føroyska liðið spældi væl og skapti ríkiligt av stórum málmøguleikum, men stóð eftir við einum 0-2 tapi
Mynd: jn.fo  
 
10.06.2019 - 23:09

Føroyski landsliðshópurin hevur alla orsøk at iðra seg í kvøld.

Talan var um eitt hitt besta avrikið í longri tíð, men allíkavæl bleiv tað Norra, sum vann dystin 2-0.

Støðan í hálvleikinum var 0-0, og tá vóru tað Føroyar, ið høvdu flest málmøguleikar.

Í teimum fyrstu fimm minuttunum av seinna hálvleiki tóktist føroyska liðið passivt, og tað bleiv revsað.

Tá seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal fekk Ole Kristian Selnæs góða tíð at lyfta bóltin inn í føroyska brotssteigin, og so skoraði ein fríur Bjørn Johnsen til 0-1.

Síðani kom føroyska liðið fyri seg, og í fleiri umførum var nær við, at tað bleiv javnað til 1-1.

Tá eitt korter var eftir, og støðan framvegis 1-0 til Norra, fingu Føroyar størsta møguleikan.

Árni Frederiksberg sendi eitt hornaspark inn í norska brotssteigin og so skallaði Odmar Færø á stongina. 

Eftirfylgjandi sást á sjónvarpsmyndunum, at Føroyar áttu brotsspark, tí Klæmint A. Olsen bleiv togaður niður.

Føroyar sendu nógv fólk fram móti endanum, og tað hevði eisini við sær, at Norra kom til fleiri kontraálop.

Eitt av hesum bleiv gagnnýtt, tá Bjørn Johnsen enn einaferð skoraði fyri Norra til endaliga úrslitið 0-2.

Avrikið hjá føroyska liðnum taldist millum tey góðu, og tí vóru bæði spælarar og venjarar vónbrotnir eftir dystin, tá teir tosaðu við sjónvarpið og útvarpið.

Føroyar spæla aftur í september. Fyrst á heimavølli ímóti Svøríki og síðani á útivølli ímóti Spania.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115