Nýtt oddalið í kvinnukappingini

Nýtt oddalið í kvinnukappingini
ÍF/Víkingur/B68 er nýtt oddalið í fremstu kvinnukappingini í fótbólti
Gott lag á spælarunum hjá ÍF/Víkingi/B68. Tær hava júst vunnið 2-0 á KÍ
Mynd: Maria Ziskason Nesá  
 
10.06.2019 - 15:24

Spenningurin er stórur í fremstu kvinnukappingini í fótbólti, og nú er felagsliðið úr Fuglafirði, Leirvík,Gøtu og Toftum nýtt oddalið.

ÍF/Víkingur/B68 tók í dag ímóti KÍ í Gøtu. Heimaliðið vann dystin 2-0. Støðan í hálvleikinum var 0-0.

Hjørdis Rasmusdóttir skoraði bæði málini fyri heimaliðið. Málini komu tá ið 67. og 76. minuttir vóru farnir.

Við sigrinum er ÍF/Víkingur/B68 nú á fyrsta plássi við 20 stigum. KÍ er á øðrum plássi við 19 stigum.

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980