– Hetta snýr seg um vald

– Hetta snýr seg um vald
Vit uppliva í dag størstu umskipanina av valdi síðani ídnaðarkollveltingina, sigur amerikanski varskógvarin Edward Snowden
 
18.06.2019 - 08:11

Edward Snowden setti sunnudagin stóra altjóða vísindafestivalin í Tróndheimi, sum kallast "Big Challenge". Tað skrivar heimasíðan forskning.no.

Á festivalinum koma altjóða granskarar, listafólk, tónleikarar og leiðarar saman at eggja fólki til at hugsa øðrvísi um, hvussu fólk skulu ávirka framtíðina, og hvussu framtíðin fer at ávirka fólk.

Brúkarar mugu lata eyguni upp

Í røðu síni mælti Edward Snowden staðiliga til, at brúkarar av talgildum netverkum lata eyguni upp og skilja, hvussu myndugleikar, Facebook og Google brúka tøknina fyri at halda vakið eygað við fólki fyri at hava tamarhald á teimum.

Edward Snowden gjørdist heimskendur, tá hann í 2013 lak trúnaðarupplýsingar um, hvussu amerikanskir myndugleikar njósnast móti fólki. Hann býr í dag í útlegd í Russlandi.

Trond Singsaas, ein av fyriskiparunum av festivalinum, sigur við Dagens Nyheter, at Snowden er ein av mongum einstaklingum, sum hava verið noyddir at flýggja til annað land, tí teir hava sagt okkurt, sum myndugleikunum ikki dámar.

Rópar varskó um menning

Snowden er ímynd av, hvussu vísindi og politikkur hanga saman. Hetta verður alsamt greiðari á okkara døgum, sigur Trond Singsaas við DN.

Í røðu síni ávaraði Snowden um, at tøkniliga menningin fer fram uppá hálsin á fólki. Trupulleikin er, at fólk onga ávirkan hava, einki fáa at vita ella verða spurd yvirhøvur, sigur hann.

Tað er yvirvøkan og tøknin, sum stýrir okkum, segði Snowden. - Privatu fyritøkurnar hava til endamáls at fanga okkara uppmerksemi við tí fyri eyga at broyta okkara atburð, segði hann.

Lógirnar mugu broytast

Snowden sigur, at hóp-yvirvøkan, sum tann, ið hann avdúkaði, at NSA í USA stóð fyri, bara er tekn um enn størri trupulleika.

Hetta snýr seg í roynd og veru ikki um yvirvøku ella trygdina hjá borgarunum. Hetta snýr seg um makt, sum ávirkar alt: búskapin, javnstøðuna, veðurlagið. Eingin, sum situr við valdi, brýggjar seg um veðurlagið, tí teirra makt hevði minkað og ikki vaksið, um tey gjørdu tað, segði hann og legði afturat:

Vit mugu broyta lógirnar, so vit ikki noyðast at krógva okkum fyri okkara egnu statum. Vit mugu gera heimin vandamiklan fyri tey, sum royna at misnýta okkum, segði Edward Snowden sambært forskning.no.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Skratsj 22. apríl 2026
207404
Mikudag 22. apríl
Orðaval #35: Móðurmálsdagurin
207393
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325