Alt keypt á uppboði í fjør kann flytast til í ár

Alt keypt á uppboði í fjør kann flytast til í ár
Nú kann allur svartkjaftur og øll norðhavssild, sum varð keypt á uppboði í fjør, og ikki varð fiskað í fjør, fiskast í ár
Opin uppboðssøla var á Fiskamarknaði Føroya
 
19.06.2019 - 12:22

Nú kann allur svartkjaftur og øll norðhavssild, sum varð keypt á uppboði í fjør, og ikki varð fiskað í fjør, fiskast í ár. Tað siga nýggjar kunngerðir frá Fiskimálaráðnum. 

Sambært gomlu kunngerðunum kundu í mesta lagi tíggju prosent av keyptu uppboðskvotunum flytast millum árini. 

Kunngerðin um uppboðssølu í ár er eisini broytt, tí nú er rætturin at fiska 2.450 tons meira av svartkjafti til sølu, og rætturin at fiska 3.313 tons av norðhavssild er komin afturat.

Hesi tonsini kunnu eisini fiskast í íslendskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858